MILLUMMÁLI - VIKA 12

Mánadag:     Tomatsuppa og pasta

Týsdag:        Frukt og breyð

Mikudag:      Breyð og ost

Hósdag:       Grønmeti og breyð

Fríggjadag:  Kaka

Hjartaliga til lukku til okkara fittu kattakongar!

Í 1.a gjørdist Leon kattakongur :-)

Í 1.b gjørdist Nóa kattakongur :-)

Týsdagin 28.februar er opið allan dagin í Hornabø (kl.7.45-17.00). Vinarliga skrivið "F" í protokollina, um barn tykkara hevur frí :-)


Góðu foreldur

 

Fríggjadagin, 24/2, kl.12.30 fara vit at sláa tunnu í Hornabø. Aftaná fáa vit føstulávintskaku og sunkist.

 

Vinarliga Hornabø

Nýtt starvsfólk í Hornabø

 

Vit eru so heppin, at Elin Súsanna er komin at arbeiða hjá okkum her í Hornabø. Hon fer at starvast 18 tímar, og er hon hjálparfólk bæði í 1.a og 1.b. Hon er 19 ára gomul.

 

Elin Súsanna er sera musikalsk. Hon bæði syngur, spælir gittara og klaver. Eisini er hon fimleikavenjari hjá gentum í 6.flokki.   

Spírin í Havnardali

Várið er í nánd, og tað ljósnar fyri hvønn dag. Hvønn hósdag (undantøk kunnu koma fyri) fara vit at vitja okkara perlu í Havnardali. Í Spíranum ganga 2. og 3.floks næmingar. Fyri at fáa mest møguligt burturúr, fer ein hálvur flokkur í senn. Tit fáa smsboð, tá tykkara barn fer í Spíran.

Vit í Hornabø ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár!

Vit síggjast aftur mikudagin 4.januar 2017 ;-)

Góðu foreldur, hósdagin 17/11 hevur FTS Hornabø opið kl.7.45-17.00.

UMRÀÐANDI er at skriva "F" í protokollina, um barn tykkara hevur frí.

Vh starvsfólkini í Hornabø

MÁNADAGIN 17.OKTOBER

Mánadagin 17.oktober er opið í FTS Hornabø kl.7.45-17.00.

Vinarliga skrivið "F" í protokollina, um barn tykkara hevur frí.

Kunnandi fundur fyri foreldur í 1.a og 1.b um næsta skúlaár verður í Spíranum hóskvøldið 23.juni 2016 kl.18-19.

 

 

Góðu foreldur

 

Summarferian nærkast,

og vit eru farin at rudda.

 

Skiftiklæðir eru nú fylt í posar.

 

Vinarliga tømið skuffu og klæðnarúm áðrenn tit

fara í feriu :-)

 

 

Umhvørvisvikan 2016

Mánadagin 9.mai kl.13 fara 1.a og 1.b á umhvørvisveiðu. Vit fara beinleiðis úr skúlanum.

Tað er Margarinfabrikkin, sum skipar fyri. Evnið er veðurlagsbroytingar, og slagorðið er "Orkar tú - minka um títt CO2!"

Væntandi eru vit aftur í Hornabø umleið kl.15.30.

 

Sí annars nærri kunning her: http://visittorshavn.fo/news_show.php?Id=201&l=fo

Dýribiðidag 22. apríl og Flaggdagin 25. apríl er stongt í FTS Hornabø

"Sambinding" í Hornabø :-)

Fingrabinding er bæði fyri gentur og dreingir :-)

Børnini duga at finna uppá!

Spennandi dystur!

HAVA TIT TØRV Á PLÁSSI Á PÁSKUM ?

Foreldur at børnum í forskúla, 1. og 2. flokki,

ið hava pláss fyri neyðini um páskirnar, 21., 22. og 23. mars, (vika 12),

tá ið frítíðarskúlarnir annars eru stongdir,

verða biðin um at melda seg til á www.torshavn.fo.

(http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1205).


Seinasta freist at tekna barnið til er 25. februar 2016.

Á páskum er Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini opin fyri alla kommununa.

FØSTULÁVINT 2016

Deiliga Elsbet varð kattakongur í 1.a

Fitta Marita varð kattakongur í 1.b :-)

Dagstovnaøkið: Foreldragjaldið í 2016

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, hevði góð tíðindi at bera borgarunum eftir býráðsfundin í gjárkvøldið. Tórshavnar kommuna hevur samtykt gjøldini fyri dagstovnaøkið í 2016. Og barnafamiljurnar hava nógv at gleða seg til. Tórshavnar kommuna ger systkinaavsláttarskipanina munandi einklari, tí nú rindar eingin meira enn tað, ið eitt vøggstovupláss kostar.

 

 

 

Vøggustovupláss 2.546 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Barnagarðspláss 1.579 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Frítíðarskúli 868 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið.

Frítíðarskúli í 3.flokki 434 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið

Frítíðarskúla á Miðstovninum 1.184 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Forskúlabørn í frítíðarskúla 1.017 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið.

Systkinaavsláttur
Hevur tú fleiri børn á stovni, rinda tú bara fyri tað yngsta barnið. Sostatt rindar eingin meira enn tað, ið eitt vøggstovupláss kostar.

Dømi: Hevur tú eitt barn í vøggustovu og eitt í barnagarði, er mánaðarligi avslátturin kr. 1.579.

Serligt fyri 3. flokk í frítíðarskúla
Fyri frítíðarskúla í 3.flokki er systkinaavslátur og frípláss ikki galdandi.

 

 

(http://vaglid.torshavn.fo/UmOkkum/Innanhysis-tidindi/Sider/Dagstovnaøkið.aspx)

Jólaborðhald í Hornabø

Kunnu tit gita, hvør fekk mandluna...?

Undir "Myndasavn" finna tit allar myndirnar frá 4.des. Vit høvdu ein sera hugnaligan og stuttligan dag í Hornabø :-)

JÓLABORÐHALD Í HORNABØ

Fríggjadagin 4. desember

Í ár bjóða vit børnunum lekkran jóladøgurða við rísgreyt og mandlugávu omaná. Vit eta, tá børnini koma úr skúla. Tey skulu tí ikki hava matpakka við. Eftir døgurðan spæla vit jólabingo og dansa síðan um jólatræið.

Vit gleða okkum øll í Hornabø :-)

Jólatræið er flutt inn í Hornabø

Og vit duga so væl at gera jólapynt :-)

Eisini gera vit flott jólaprýðir - minnist til at fáa tey heim við ;-)

Dreingirnir høvdu ein góðan dag í Sandagerði týsdagin 17.nov. :-)

Genturnar fóru ein túr á BBS týsdagin 10.nov. :-)

Starvsnæmingar í Hornabø

Vit eru so heppin í frítíðarskúlanum í Hornabø, at vit fáa tveir næmingar úr 9.flokki í starvsvenjing frá mánadegnum 2.nov. og fram til fríggjadagin 13.nov. Teir eita Sølvi og Bárður, og eru teir spentir at læra okkum øll at kenna.

Foreldraviðtalur í 1.b

Góðu foreldur í 1.b
Í samb. við foreldraviðtalurnar hósdagin 9.apríl, mánadagin 13. apríl og mikudagin 15. apríl hava vit saman við Beintu og Fríðu avgjørt, at Frítíðarskúlin eisini er umboðaður (Liss og Ann Elisabeth). Tískil skulu tit seta 30 - 35 min. av til foreldraviðtaluna. Tvs. at fyrst er viðtalan við skúlan  - áleið 20 min. og síðani 10 - 15 min. við Fríðtíðarskúlan í hølunum hjá 2.a. Endamálið er at skapa møguleika fyri at foreldrini / avvarandi hitta starvsfólkini á báðum stovnum og saman við tykkum práta um allan gerandisdagin hjá barninum.
 

Góðu foreldur

 

Í komandi viku fara vit at gera páskapynt. Millum annað eiga vit karsi, sum vit ætla okkum at sáa. Tó mangla vit íløt. Um tit komandi dagarnar eta skyr, góðu kunnu tit goyma bikør og geva okkum tey.  

 

Tað er so stuttligt hjá børnunum at fylgja við, tá karsið grør:-)

Fríggjadagin 20.mars hevur frítíðarskúlin opið sum vanligt kl.11.30-17.00. Vinarliga sigið okkum frá um barn tygara hevur frí.

Tað fría spælið :-)

Tjaldur, ver vælkomið!

Grækarismessa 2015


Í morgin, Grækarismessudag, kemur Tjaldrið heim aftur til Føroya. Fleiri tjøldur hava longu funnið vegin heim í Hornabø ;-)

Soleiðis er opið um páskini

Góðu foreldur

 

Á páskum hava vit opið

 

MÁNADAG, TÝSDAG OG MIKUDAG  (30.mars-1.apríl)

KL.8.00-17.00.

 

Vinarliga boða okkum frá, um barn tykkara kemur í frítíðarskúla hesar dagarnar.

Føstulávint í Hornabø 2015


Foreldraviðtalur í 1.a

Frá skrivinum hjá Katrin Bech:
Góðu foreldur
Í samb. við foreldraviðtalurnar tann 11. og 25. feb. hava vit í toyminum (hjá 1.a) saman við Frítíðarskúlanum, avgjørt, at Frítíðarskúlin eisini hevur viðtalur saman við okkum. Tískil skulu tit seta 30 - 35 min. av til foreldraviðtaluna. Tvs. at fyrst er viðtalan við skúlan  - áleið 20 min. og síðani 10 - 15 min. við Fríðtíðarskúlan í hølunum hjá 2.b. Endamálið er at skapa møguleika fyri at foreldrini / avvarandi hitta starvsfólkini á báðum stovnum og saman við tykkum práta um allan gerandisdagin hjá barninum.

Januar/februar 2015

Føstulávint nærkast, og í løtuni arbeiða vit við at gera heimagjørdar maskur. Børnini eru í tí kreativa verkstaðnum uppá skift, og tað hugna tey seg óført við.

Sum tit kanska hava sæð, hava vit flutt um, soleiðis at borðspølini nú eru í miðhæddini, og alt tað kreativa so sum binduklubbur, tekning, vatnfarvur, perlur umframt lego og barbie alt er flutt uppá.

Vit hava framvegis høllina. Dreingirnir eru har mánadag og genturnar mikudag. Fríggjadag er opið fyri øll tey, sum hava hug at spæla og røra seg.

Eina løtu av degnum eru børnini uppdeilt. Á talvuni við trappuna er yvirlit yvir bólkarnar.

P.s. Minnist til eisini at siga frítíðarskúlanum frá, tá børnini bjóða heim í føðingardag :-)

Kavamaðurin Hornus Bøus

Jólatiltak 5/12

Góðu foreldur!

Fríggjadagin 5. desember kl. 15.30 verður uttandura jólatiltak í Spíranum í Havnardali.

Bussur heintar børn og starvsfólk í Hornabø kl. 15.15. Vit koma ikki aftur í Hornabø tann dagin.

 

Ein loyniligur persónur kemur at undirhalda og tendra jólatræið.

Vit bjóða bollar og heitt kakao og sjálvandi verður eisini okkurt gott til børnini .

 

GG

Tiltakið verður uttandura og tí er neyðugt at vera væl ílatin

Piparnøtur à la Hornabø :-)

- 500g mjøl

- 250g margarin

- 3 1/2 tsk vaniljusukur

- 3 1/2 tsk bakipulvur

- 1 spsk kanel

- 1/2 dL mjølk

- 250 g brun farin

- 1 egg                                                                                              Bakast 175 stig umleið 10 min.

Svimjing hvønn hósdag

Hósdagin 13/11 fara GENTURNAR at svimja. Tær eru sera spentar, og vænta vit, tær fáa ein deiligan dag í Gundadali. Vit halda áfram við svimjingini hvønn hósdag fram til og við 11/12.  

Svimjing í Gundadali

Dreingirnir í 1.a vóru í svimjihøllini fyri fyrstu ferð hósdagin 23.10.14. Hesin túrur eydnaðist sera væl. Dreingirnir stuttleikaðu sær óført saman við Andreasi og Tóra, og gleða teir seg longu til aftur at fara mánadagin 3.november.

Okt.´14

J.Brandur Gandur

Tann stóri gandamaðurin J.Brandur Gandur varð her fyri bjóðaður í Hornabø at upptrakka.

J.Brandur Gandur

Vitjanin var sera vælumtókt ;-)

Aristocats í Hornabø Bio

Hósdagin var veðrið so keðiligt, so vit gjørdu av at sýna teknifilmin "Aristicats" í Hornabø Bio. Fleiri hjálptu til at "selja" atgongumerkir.

48 børn innskrivað til Venjingarskúlan í 1. flokki skúlaárið 2014/2015

Svimjing í Gundadali

Genturnar í frítíðarskúlanum vóru í svimjihøllini fyri fyrstu ferð mánadagin 09.09.13. Hesin túrur eydnaðist avbera væl, har genturnar saman við Poulu og Jóhan Peturi stuttleikaðu sær óført. Eftirsum hetta var fyrsti dagur, løgdu vit dent á elementskifti - frá landi til vatn. Hetta verður gjørt fyri, at genturnar skuldu føla seg tryggar í vatninum. Her bleiv hoppa av kantinum á ymiskar hættir.

  • Hoppa av kantinum sjálvi.
  • Hoppa av kantinum og lofta einum bólti. 
  • Hoppa yvirum eitt amboð av kantinum. 
  • Tvey og tvey leypa í senn, har tað verður hildið í hondunum hjá hvørjum øðrum.
  • Dominolop, har næmingarnir leypa í hylin beint eftir hvørjum øðrum.

Eftir hetta spældu børnini "binda og loysa", ið er ein fangaleikur. Hesi omanfyri nevndu virksemi fyrigingu í tí næstminsta hylinum. Eftir hetta fingu børnini frítt at stuttleika sær í hylinum, har summi valdu at svimja og kava í kappingarhylinum. 

 

Týsdagin 20. august 2013 byrjar ein nýggjur fyrsti flokkur í frítíðarskúlanum í Hornabø. Vit ynskja børnum og foreldrum hjartaliga vælkomin

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini opin í heystfrítíðini

Børn, ið ganga í frítíðarskúla og hava brúk fyri pláss í heystfrítíðini (14 - 18 oktober) tá ið hinir stovnarnir eru stongdir, kunnu tekna seg á:

www.torshavn.fo>sjálvgreiðsla

Seinasta freist at tekna til, er mánadagin 16. september 2013.

Í Heystfrítíðini er Badmintonhøllin opin frá 07.45 til 17.00.

Fyrsti dagur í Hornabø

Nýggj børn í Hornabø

Eitt nýtt ár er byrjað í frítíðarskúlanum í Hornabø, har vit hava fingið 36 børn í ár. Børnini hava hugnað sær tí fyrstu vikuna, har tey hava spælt ymisk spøl inni, í havanum hjá háskúlanum og á vøllinum beint omanfyri venjingarskúlan. Umframt hetta hava tey grillað tann fyrsta dagin, og hjálpt Onnu at fóðra kaninunum.  

Fleiri myndir eru av fyrsta degnum í Hornabø, og kunnu tit síggja tær, við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.  

Bomm verkstaður í desembur

Bomm verkstaður í desembur

Børnini í Hornabø arbeiddu við einum jólaverkstaði í desembur mánaða, har tey gjørdu bomm. Umframt hetta, fingu børnini hvør sína krukku at prýða og goyma síni bomm í.

Fleiri myndir eru at síggja, við at trýsta á pílin niðanfyri.

Túrurin í Havnadali

Loksins eydnaðist tað okkum at finna ein góðan dag at fara niðan í Havnadal. Vit høvdu keypt eitt tjald so at børnini kundu verma seg har tá tey høvdu veri og spælt í ánni.

Spíratúrur og dukkusjónleikur

Mánadagin 21. mai fara øll børnini í Frítíðarskúlanum í Hornabo í Spíran í eina heila viku. Grundin til hetta er at Frítíðarskúlin í Hornabo skal umvalast. Vit hava vit gjørt eina avtalu við Rakel Helmsdal um at koma at hava dukkusjónleik fyri okkum í Spíranum. Kostnaður er 50 kr pr. barn.

Nina & Perla

Nú eru tríggjir ungar farnir avstað. Tveir fóru til Klaksvíkar og ein til Leirvíkar. Hetta var ikki lætt og vóru tað eisini nøkur reyð eyðu, tá teir fóru.

Fyri at bøta um saknin lovaðu vit teimum, at tey skuldu sleppa at nevna teir báðar ungarnar, sum vóru eftir. Ùrslitið var tað, at nú eita teir Nina og Perla.

Rósa og ungarnir

Sum tit helst vita, hevur Rósa fingið ungar. At byrja við vildu vit ikki at teir skuldu órógvast. Men nú hava ungarnir fingið eygu og eru teir nógv lívligari.

Ì gjár lovaðu vit børnunum at síggja teir. Hetta dámdi teimum heilt væl, og sloppu tey eisini at halda ungunum.

Myndirnar síggjast her.

Vætranar Snurla og Flikra vitjaðu

Ì dag fingu vit vitjan av vætrunum Snurlu og Flikru. Har fingu børnini høvi at hjálpa jólamanninum at redda jólinum, tí at Rudolf var sjúkur og manglaði heilivág. Heilivágin gjørdu børnini saman við vætrinum. Seinni framdu genturnar ein leik fyri vætrinum, og dámaðu tær tað avberða væl. Børnini fingu sjálvandi eisini gávur frá teimum.

Nógvar myndir vóru tyknar og kunnu síggjast her.

08-12-11

Spíratúrurin sum kavaði inni

Vit høvdu ætla okkum ein hugnaligan dag saman við børnunum, tann hósmorgunin tá vit gjørdu okkum til at fara í Spíran. Alt var gjørt til reiðar og børnini gleddu seg at koma út at síggja øll djórini og allan kavan sum var fallin úti í havnadali. Eisini høvdu vit lagt ætlanir um at royta dunnur tann dagin.

Men tað vísti seg at veðrið hevði eina aðra ætlan.

Veðrið var av tí besta tá vit fóru, og komu vit uttan nakað baks niðan í Spíran. Har vóru børnini longu úti og spældu, og høvdu grava holur í fannirnar. So var tað at vit fóru at royta dunnunar, Kjartan og Tummas høvdu beint áðrenn verði og kipt fýra dunnur. Hetta vóru børnini ógvuliga spent at síggja.

Tá vit vóru um at verða liðug at royta inni í "Hvítahúsið" hoyrdu vit at veðrið øtlaði uttanfyri. Løtu seinni kom Bina inn og segði at tað ikki longur var útiverðandi, og at vit máttu fara at fáa kaninurnar inn. Hetta vísti seg lættari sagt enn gjørt. Tí tað var so vánaligt síni í kvirlunum at vit endaðu við at missa trýggjar kaninur burtur. Og tók tað okkum tann betra partin av einum tíma at finna tær aftur.

Inni gekk tað heldur ikki stillisliga fyri seg, har tók Jensia ímóti fleiri týggjutals telefonuppringingum, frá foreldrum sum ikki kundu koma niðan fyri kavarokinum. Og um tað ikki var fyri tey foreldur, sum vildu hjálpa hinum at fáa børnini oman, so hevði tað skjótt verði verri. Teimum vilja vit takka.

Sum sagt so var tað ikki lætt at koma niðan, og eina løtu var so ringt, at sjálvt kavaruddarin kavaði inni har uppi. Men spakuliga so megnaðu teir at rudda so frætt, at onkur bilur slapp niðan. Og spakuliga minkaði barnaflokkurin. Klokkan mundi verða um seks tá tað seinasta var fingið upp á pláss.

Tá vit komu oman á slætt var veðrið ikki at kenna aftur. Ì býnum var tað næstan stilli til samanberingar. Næsta dagin var so tann avgerðin tikin at Spírin var stongdur til veðri batnaði. Og komu tey í staðin oman í Hornabø. Til stórða gleði fyri tey foreldur, sum helst ikki vildu hava slíka uppliving aftur.

Spíratúrur og Dunnuroyting

Ì morgin 8-12-11 fara 1.b út í Spíran. Tá sleppa børnini at síggja okkum royta dunnur. Hetta er fyrstu fer at vit royta dunnur í frítíðarskúlanum. Dunnurnar hava spírabørnini ansa síðan tær komu út úr egginum, so tað verður eitt sindur ringt hjá teimum at siga farvæl.

Jarðarferð í stormi

Tað var ein lagnudagur tann 24 novembur. Ikki bara var tað himmalsins óveður, men oman á alt var hetta dagurin tá vit máttu jarða Speedy.

Vit høvdu verði hjá djóralæknanum við henni dagin fyri. Hon hevði halta í tveir dagar, eftir a hon var dottin av einum borði. Djórðalæknin staðfestið skjótt at vinstra tjógv var fari av lið.

Hann syrgdi so fyri at doyva Speedy og gjørdi so eina roynd at seta beinið aftur. Men tað vísti seg ikki at verða møguligt, sjey ferðir royndi hann men ikki bar til. So máttu vit taka tað tungu avgerð at avlíva hana. Djórðalæknin segdi at hon fór ongantíð at verða frísk aftur, og at hon hevði følt stóra pínu um vit lótu hana liva.

Hetta fingu børnini ikki at vita fyrin dagin eftur, tá tey komu aftur úr skúlanum. vit høvdu tann morgunin gjørt av at fara í Spíran við báðum flokkunum. Tey vóru kedd tá tey frattu feigdar boðini um at Speedy var dey, men skiltu skjótt at tað var neyðugt, tá vit hovdu havt høvið, at greiða teimum frá hvat var framfari hjá djóralæknanum.

Tá vit komu niðan í Spíran, fóru vit beinan vegin í hált vit at fyrireilka jarðarferðina. Speedi var løgd í eina skógvaerkju saman við einum blíanti og einum glassteini. So gjørdu vit ein kross til hana. Eftir hetta fóru vit oman á grøvina, sum Kjartan hevði grivið løtuna áðrenn. Har var hon løgd níður í. Àðrenn vit løgdu moldina í sungu vit "dukka mín er blá" Síðan slóðu vit krossin í svørin, skundaðu okkum at leggja hondina á grøvina, søgdu farvæl og runnu inn. Tí tá var veðri vorði so ringt, at børnini valla stóðu á beininum longur.

Innaftur komin fingu tey sær millum mála, meðan tey tosaðu um Speedy. Tá tey høvdu etið, fóru tey at tegna tær upplivingar, sum tey høvdu havt tann dagin. Og ikki óvanta teknaðu tey flestu jarðarferðina hjá Speedy.

Nógvar myndur vóru tyknar henda dagin, baði av tekningum og jarðarferð. Haldi okkum til góðar um myndinar ikki eru heilt klárar.   

Vit fletta

Hósdagin áðrenn heystferðiuna, flettu vit eitt veðurlamb. Àðrenn børnini komu høvdu vit verið eftur lambinum. Har vóru heilt nógv børn, sum ikki høvdu sæð ein seyð flettan fyrr. So hetta var eitt gylt høvið at greiða teimum frá hvussu tað er fyriskipa. Tað vóru nógv sum hildu tað var synd í lambinum, so starvsfólki høvdu nógv mál at greiða fyri teimum. Sum sagt so vóru tað nógv, sum ikki høvdu sæð slíkt fyrr, so tá lambið var avlíva og skinni var komi av, var tað næstan ikki pláss hjá flettingarmanninum at fletta, fyri átrokandi forvitnum óvitum. Eisini starvsfólkini á Havstovuni vístu átakinum stóran áhuga, so áskoðarafjøldin var heilt stór eina løtu. ì hesum føri vilja vit takka Havstovuni fyri at tey vildu lána okkum høllina til átakið.

Nýtið myndurnar :)

15. august 2011 byrjaðu 29 børn úr 1. flokki

í frítíðarskúlanum í Hornabø og 36 børn úr 2. flokki byrjaðu í Spíranum.

Barna OL

26 mai 2011

 

Hósdagin 19 mei 2011 var skipa fyri barna ol fyri frítíðarskúlarnar í Tórshavnar Kommunu.

Tiltakið gekk fyri seg á ovara vølli í Gundadali. Alt var sera væleydna og børnini fingu diplom (heiðursbræv).

Dreingirnir byggja

Dreingirnir hava longu funnið sær eitt hølið til at leika og hugnað sær. Í frítíðarskúlanum verður hetta hølið nevnt fyri "lego hølið", har børnini hava møguleika at leika við lego, borðfótbólt og byggja ymiskar lutir við kubbum.

Á myndini sæst eisini, at nakrir dreingir hava nýtt kubbarnar at bygt eitt torn. Fleiri myndir eru eisini at síggja við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Kunning

Góðu foreldur.

Frítíðarskúlin í Hornabø hevur stongt hesar dagarnar:

Flaggdagin 25. apríl og Grundlógardagin 6. juni, umframt í tíðarskeiðinum 15.juli - 18. aug.

Vinaliga

Ann Elisabeth, leiðari.

Børnini spæla við kanin ungarnir

Børnini spæla við kanin ungarnir

Í heyst fekk kanin Nina fýra ungar. Børnini hava ofta tikið kanin ungarnir inn í húsið, har tey hava spælt við kanin ungarnir. Fleiri myndir eru at síggja við at trýsta her.

Verkfrøðingarnir á loftinum

Dreingirnir hava bygd hetta tornið. Og halda vit, at hetta man vera eitt tað flottasta tornið, sum vit hava sæð tey seinastu árðini.

Nýggji kaningarðurin

Nýggji garðurin hjá kaninunum er nú royndarkoyrdur í einar tvær vikur. Og sigast má at hann hevur verði góður. Ungarnir hava gott pláss at renna, og somikið av frískum grasið veksur har, at nokk er til øll. Enn hevur eingin kanin megna at bróta út. Og enn hevur heldur ikki nøkur ketta megna at bróta inn, sjálvt um vit mangan hava sæð eina granna kettu liði framvið.

21-03-12

Páskafrítíðin og ansan av børnum.

Til tykkum sum hava skrivað børnini upp til ansing í páskafrítíðini. Børnini vera í tíðini 2, 3, 4 og 10 apríl í frítíðarskúlanum í Hoyvík. Ùr frítíðarskúlanum í Hornabø og Spíranum koma Anna, Bina, tummas og Helena. Tey fara hesa tíðuna at starvast saman við pedagogum og hjálparfólkum úr teumum ymisku frítíðarskúlunum í Havnini.

Foreldraviðtala

Um tað eru nøkur foreldur sum ynskja at tosa við okkum um teirra børn, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við okkum.

Kavamyndir

Jensia hevur verið úti í kavanum saman við børninum, og við sær hevði hon myndatólið

Myndirnar kunnu sýggjast her.

Jólahugnin

Væleydnaði jólahugnin anno 2011, er nú at sýggja sum myndarøð :)

Tekn til talu

"Tekn til talu" er heiti á einum alternativum máta at samskifta, tá ið tað talaða máli ikki er nøktandi. Við -tekn til talu- nýta vit hendurnar at stuðla uppundir talaða máli. Soleiðis gerða vit tað lættari hjá øllum at fáa boðskapin ígjøgnum.

Í samband við at vit hava havt, og eisini í hesum skúlaárinum, hava børn ið hava brúk fyri at stuðla sítt talumál við hondunum, hava vit gjørt serlig navnaskilti. Vit hava tikið eina mynd av barninum, sett navnið á skrift og hvussu vit eita við -tekn til talu. Tað er blivin ein spennandi ítrottur millum børnini at vita hvussu ymiskir lutir eita við "tekn til talu". 

august 2011

Í hoyna

Ofta er tað so, at alt sum ein frítíðarskúli hevur brúk fyri, verður keypt. Ikki eru tað nógvir stovnar, sum framleiða tað, ið tey hava fyri neyðuni. Men tá tað hevur við hoyggj at gera, so var tað upplagt, at vit royndu at turka tað sjálvi. So vit spurdu ein granna, um vit ikki kundu sleppa at sláða ein teið uttan fyri húsini. Vit vildu at børnini lærdu, at vit sjálv eru før fyri at hoyggja. So vit vístu teimun hvussu tað skal gerast. og fyri at alt skuldi vera so autentist sum gjørligt, var tað við líggja og rívu. Hoyggji skullu kaninurnar sjálvandi hava :)

Vit mála borð

Við Jensiu á odda eru vit farin at mála borð. Har hava vit, bæði stór og smá, fingið okkum roynd. (fleiri myndir koma seinni)